Fólkaflokkurin í býráðnum hevur fleiri ferðir beinleiðis gjørt býráðsleiðsluna varðuga við, at fleiri stórmál lítla og onga viðgerð fáa í býráðnum, áðrenn farið verður út í fjølmiðlarnar. Tað er ikki gott nokk, at Fólkaflokkurin ígjøgnum fjølmiðlarnar fær at vita um stórar og víðfevndar avtalur, sum verða gjørdar býráðsins vegna, uttan nakra viðgerð. Hetta eru stór tøl og stórar ætlanir, sum fevna yvir fleiri býráðsetur, sigur Gunvá við Keldu sum á seinasta býráðsvali var fyrst vald og er limur í minnilutanum í Klaksvíkar Býráð
Fólkaflokkurin í býráðnum hevur fleiri ferðir beinleiðis gjørt býráðsleiðsluna varðuga við, at fleiri stórmál lítla og onga viðgerð fáa í býráðnum, áðrenn farið verður út í fjølmiðlarnar. Tað er ikki gott nokk, at Fólkaflokkurin ígjøgnum fjølmiðlarnar fær at vita um stórar og víðfevndar avtalur, sum verða gjørdar býráðsins vegna, uttan nakra viðgerð. Hetta eru stór tøl og stórar ætlanir, sum fevna yvir fleiri býráðsetur, sigur Gunvá við Keldu sum á seinasta býráðsvali var fyrst vald og er limur í minnilutanum í Klaksvíkar Býráð
Sum siðvenjan er, so er býráðið býtt upp í ein meiri- og ein minniluta, ávikavist tríggir flokkar við tilsamans 6 limum og ein flokkur við 5 limum. Hetta frátekur ikki øllum 11 býráðslimunum at viðgera málini, men tvørturímóti stendur greitt í kommunustýrislógini, hvussu málini skulu viðgerast. Hetta hevur býráðsleiðslan, sum nú hevur sitið í knapt 2 ár sæð stórt uppá.
Fólkaflokkurin fer ikki at lata sær hetta lynda í framtíðini, ikki tí, at í flestu stóru málunum hevur flokkurin ikki bara verið samdur við býráðsmeirilutanum, men eisini í fleiri málum gingið á odda. Flokkurin krevur bara eina meiri neyva viðgerð, so betri skil verður á.
Hetta m.a. sigur Gunvá við Keldu vegna teir 5 Fólkaflokslimirnar í býráðnum í samrøðu við Norðlýsið.
Víðari sigur Gunvá við Keldu: Eg fari tí at taka onkur dømi um tilvildina og yvirfladisku viðgerðirnar í býráðnum:
Sum býráðslimur var tað ein sera løgin uppliving at verða við til hátíðarhaldið á sambandi við nýggju miðbýarætlanina, tá ið borgarstjórin setti spakan (grevið) í til fyrsta byggistig, tí vit vitstu einki um hvør ætlanin var í sambandi við hetta hátíðarhaldið. Tað einasta vit vóru kunnað um, var at býráðsleiðslan lá í forhandlingum við Bústaðir og aðrar partar, hvør tað var sum var við og hvat tað innibar, vitstu vit onki um. Fólkaflokkurin, sum er nógv størsti flokkur og tí er ein stórur partur av veljarafjølldini í Klaksvík, eigur og skal sjálvandi vera við til at viðgera eina so stóra ætlan, har hann hevur gingið á odda. Men at vit einki skulu vita um hendan hátíðardagin, fyrrenn fráboðað verður alment, áðrenn vit nágreiniliga hava viðgjørt hendan partin av hesum slóbrótandi arbeiði, vísir bara, hvussu lítla virðing meirilutin og býráðsleiðslan hevur fyri opinleika og kommunala viðgerðarháttinum í býráðsarbeiðinum og sambært kommunstýrislógini.
Nú hevur býráðið sitið í knapt 2 ár, tí átti býráðsarbeiðið og málsgongdir annars verið komið á skinnarar.
Komið er fyri at broytingaruppskot verða steðga, so skjótt tey eru løgd fram, uttan at geva møguleika til kjak, sum ongantíð hevur verið ein nýtt mannagongd og heldur ikki er í tráð við fundarskipanina. Í sama máli varð ikki atkvøtt um upprunauppskotið, sum eigur at vera gjørt. Hetta hevur borgarstjórin tó rættað, við at senda kunning út til allar býráðslimirnar um mannagongdir frameftir og eisini var hetta mál rætt viðgjørt, tá ið málið kom fyri aftur býráðið.
Eitt annað mál er íbúðirnar undir Kráarbrekku. Arbeitt hevur verið, í eina tíð, at selja íbúðirnar, uttan yvirhøvur at hava viðgjørt málið í býráðnum. Hóast hesar íbúðir liggja í einum sjálvsognarstovni, so stendur greitt í viðtøkunum, at slíkar avgerðir ikki kunnu takast, uttan býráðið hevur viðgjørt málið. Eftirt at málið væl og virðiliga hevur verið viðgjørt úti í fjølmiðlunum, fær býráðið høvi at siga sína hugsan um málið. Hetta er ein fullkomiliga skeiv málsviðgerð.
Tað eru onnur mál, sum t.d. skúlabyggingin og sjálvar formligar avtalur um miðbýin, sum heldur ikki er viðgjørt í býráðnum.
Klaksvíkar Kommuna, sum er næststørsta kommuna, eigur at hava eina virðiliga viðgerð við gjøgnumskygni og við skili í viðgerðarhættunum.
Eftir at vit fleiri ferðir beinleiðis hava sett okkum í samband við býráðsleiðsluna viðvíkjandi hesum yvirfladisku yvirskriftum og viðgerðum, fara vit at gera vart við, at Fólkaflokkurin vil framyvir hava at málini verða meiri neyvt viðgjørd, tí her er talan um stór tøl av skattaborgarans peningi og grundleggjandi mál at fremja, sum fara yvir fleiri býráðssetur, sigur Gunvá við Keldu at enda.




