Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stormur fyrrapartin í morgin

Hanus Kjølbro

Í dag hevur verið eitt sindur av vindi úr suðuri ella eysturhallum-suðuri– um 15-18 m/s í miðal, saman við regni ella ælaveðri. Í støðum hava hvirlurnar hava sjálvandi verið væl omanfyri. Har sum ættin er góð, hevur verið minni vindur.

Í kvøld og í nátt verður mestsum sama veður, sum tað hevur verið í dag, men ímóti morgni fer vindurin at veksa úr suðuri, og tað fer at regna nokkso fitt. Klokkan 6 er vindferðin komin upp í 18 til 23 m/s, og løtu seinni 20 til 25 m/s í miðalvindi. Hetta er stormur.

Stutt eftir middag støkkur hann vesturum, tað verður turrari, og vindferðin minkar. Nakrar tímar seinni er vindferðin komin niður um 15 m/s, og soleiðis verður veðrið restina av sunnudegnum.