Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stormur komandi døgnið

Norðlýsið

Í kvøld verður miðal vinstyrkin í Klaksvík 26 m/s og í annaðkvøld 27 m/s. Í Suðuroynni verður mesti vindurin.

Veðursíðan YR sigur, at nógvi vindurin kemur í kvøld, men at tað ikki varðar so leingi. Kl. 21 og 22 verður mesti vindurin, tá vindurin verður 25-26 m/s, men frá kl. 23 fer at minka aftur. Sunnukvøldið verður enn verri veður, tá tað verður miðal vindur uppá 27 m/s frá kl. 19 til 23. Í Suðuroynni verður sunnukvøldið miðal vindstyrki uppá 33 m/s.

So tað ræður um, at fyrireika seg sum  frægast móti ringa veðrinum um vikuskiftið.