Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stórpolitikkur í Løgtingsins uttanlandsnevnd

Tíðindaskriv

Áhugin fyri Føroyum geopolitiskt hevur seinastu árini verið alsamt vaksandi. Løgtingsins uttanlandsnevnd, sum í dagligum politikki viðger bæði uttanríkis- og trygdarpolitikk, handilspolitikk og fiskiveiðuavtalur við onnur lond, hevur seinastu 14 dagarnar havt úr at gera.

Í døgunum 12. til 16. septembur var uttanlandsnevndin á ferð í London. Á ferðini hevði nevndin m.a. fund við bretska fiskimálaráðharran Victoriu Prentis. Eisini hevði nevndin fyri fyrstu ferð í søguni fund við uttanlandsnevndina í undirhúsinum við formanninum Tom Tugendhat á odda. Harumframt vitjaði nevndin verjumálaráðið. Somuleiðis vitjaði nevndin høvuðssætið hjá IMO og NEAFC. Sendikvinnan í London, Kate Sanderson, hevðí lagt skránna til rættis og hon skipaði eisini tað eina kvøldið fyri sera væleydnaðari móttøku fyri politiskum gestum umframt føroyingum í Bretlandi.

 

Hósdagin 17. septembur luttók øll nevndin á trygdar- og verjuráðstevnu á Frederiksberg Slot, har serfrøðingar innan trygdar- og verjupolitikk løgdu fram nýggjastu vitan á økinum.

 

Sunnudagin 19. septembur høvdu formaðurin og næstformaðurin fund við formannin fyri uttanríkispolitisku nevndini í ES, David McAllister.

 

Í farnu viku hevði uttanlandsnevndin fund við Føroyanevndina í Fólkatinginum við Edmundi Joensen á odda. Og í gjár 28. septembur hevði nevndin fund við Udenrigspolitisk nævn (UPN) í Fólkatinginum.

 

Høvuðsevnið á so at siga øllum fundum var Føroya støða í norðuratlantshavi og Arktis við serligum atliti at Nato-samstarvinum og møguligari uppseting av radara á Sornfelli. Og harnæst marknaðaratgongd Føroya úti í heimi millum annað fyri góðskaðum fiskavørum.

 

Í uttanlandsnevndini sita Bill Justinussen, formaður, Brandur Sandoy, næstformaður, Jaspur Langgaard, Frimodt Rasmussen, Annika Olsen, Aksel Johannesen og Høgni Hoydal. Á nevndarferðini luttók Hervør Pálsdóttir í staðin fyri Høgna Hoydal.

Harleywoodpaint