Til ber at sammeta realvøksturin í føroyska búskapinum við realvøksturin í øðrum búskapum. Á leið sami reali búskaparvøkstur hevur verið í øllum norðurlondunum í 2021.
Til ber at sammeta realvøksturin í føroyska búskapinum við realvøksturin í øðrum búskapum. Á leið sami reali búskaparvøkstur hevur verið í øllum norðurlondunum í 2021.
Í tíðarskeiðnum 2008 til 2021 er reali búskaparvøksturin fyri Føroyar vaksin í miðal 2,6 prosent. Reali búskaparvøksturin hevur verið størri enn í fleiri øðrum londum. Sama tíðarskeið er miðal realvøksturin fyri OECD londini 1,5 prosent. Miðal búskaparvøksturin í Danmark og Íslandi hevur verið ávikavist 1,2 og 1,4 prosent árini 2008 til 2021.

Føroyar hava havt ein størri búskaparvøkstur árini 2011 til 2014 enn hini norðurlondini. Sum omanfyri nevnt, vaks tilfeingið nógv hesi árini umframt at tænastuvinnurnar høvdu stóran vøkstur. Í 2015 og 2016 var realvøksturin lakari í Føroyum. Árini 2017 og 2018 var hann á sama stigi sum í Danmark og Noregi, meðan Ísland hevði størri búskaparvøkstur árini 2015 til 2018. Føroyar høvdu aftur størri búskaparvøkstur í 2019 enn hini londini.



