Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Størri lodnukvota í Íslandi

Jóhann Lützen

Lodnukvotan í Íslandi í ár var fyribils sett til 44.000 tons. Í dag skrivar RUV at boðað er frá, at hon hækkar til 197.000 tons

 

Eftir fiskivinnuavtaluni millum Føroyar og Ísland hava føroysk skip rætt til 5% av samlaðu kvotuni, men ongantíð meira enn 30.000 tons.

Við tað, at kvotan nú hækkar munandi, so fer føroyski parturin frá umleið 2.000 tonsum til nakað undir 10.000 tons.