Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Størri valluttøka enn vanligt í Klaksvík

Jákup Ósá

Fyrstu tølini benda á, at tað kann blíva met valluttøka til eitt býráðsval í Klaksvík. 

Karl Johansen, valstýrisformaður, sigur, at valluttøkan í ár kann blíva met stór. 
302 brævatkvøður vóru komnar inn áðrenn valhølini lótu upp. Tað vóru 46 fleiri enn seinast. Kl. 11.00 høvdu 470 fólk verið og valt og tá eru tær 302 brævatkvøðurnar taldar við. Tað svarar til 12,9 % av atkvøðunum. Í 2012 høvdu 10,2 % av fólkunum verið á vali kl. 11.00. Í 2012 var valluttøkan 82,3 %.  
Tilsamans hava 3648 fólk atkvøðurætt í Klaksvík, men tá koma hini valstøðini(Svínoy, Árnafjørður, Mikladalur og Húsar) í kommununi afturat. 
Harleyfacadeacryl