Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Størst avreiðingarvirði í bólki 3

Jákup Ósá

(Úr Norðlýsinum fyrr í ár) Tvey av nýggjastu frystilínuskipunum høvdu sítt kanska besta ár nakrantíð, um bara verður hugt eftir avreiðingarvirðinum, í 2022.

Norðlýsið hevur í ár við upplýsingum frá Vørn hugt eftir avreiðingarvirðinum hjá ymisku bólkunum. Hesaferð eru vit komnir til bólk 3, sum eru størru skipini, sum royna við línu.

Sum altíð, tá hugt verður eftir slíkum, so mugu fortreytirnar havast í huga. Tað er m.a. munur á summum av skipunum í stødd, aldri og hvørji rættindi tey hava.

Tvey av nýggjastu frystilínuskipunum, Klakkur og Jógvan I, høvdu nógv størsta avreiðingarvirði í 2022. Klakkur seldi fyri 68 milliónir, og tað er nógv tað mesta, sum nakað skip í hesum bólkinum hevur selt fyri hesi árini, sum vit hava hugt eftir, sum er aftur til 2015. Klakkur hevur selt fyri mest øll hesi árini, og vit skulu aftur til 2012 fyri at finna eitt ár, har Klakkur ikki hevði størst avreiðingarvirði í bólki 3. Í yvirlitinum niðanfyri skal havast í huga, at fyri nøkrum árum síðani var nógv størri partur av hesum bólki ísfiskalínuskip, meðan tað hesi síðstu árini í nógv størsta mun hava verið frystilínuskip.

 

Avreiðingarvirði

2022

1. Klakkur 68 mió

2. Jógvan I 61

3. Stapin 48

4. Kambur 48

5. Jákup B 44

 

Av fáu ísfiskalínuskipunum fiskaði Núpur fyri mest. Hann fiskaði fyri 14 milliónir.

 

2021

Klakkur 49 mió

Jógvan I 35

Kambur 34

Jákup B 32

Stapin 30

 

2020

Klakkur 43 mió

Jákup B 36

Jógvan I 33

Stapin 29

Eivind 27

 

2019

Klakkur 49 mió

Stapin 46

Eivind 41

Kambur 34

Ågot 32

 

2018

Klakkur 41 mió

Kambur 39

Stapin 36

Eivind 31

Skørin 21

 

2017

Klakkur 35 mió

Stapin 28

Eivind 24

Kambur 17

Jákup B 17

 

2016

Klakkur 34 mió

Kambur 32

Eivind 22

Jákup B 16

Sigmund 15

 

 

 

2015

Klakkur 33 mió

Kambur 31

Eivind 22

Sandshavið 16

Stapin 16