Býráðslimir arbeiða í løtuni við at gera fíggjarætlan fyri 2008 og sambart borgarstjóranum er arbeiði komið væl áleiðis
– Vit hava valt at alt býráði – baði minniluti og meiriluti – luttekur í arbeiðinum og vit hava havt tveir temadagar.
– Eg kann siga at hóast arbeiði ikki er liðugt enn so ætlar býráði at leggja størsta dentin á útstykkingar og skúla.
– Eg má siga at eg fegnist um gongdina har vit síggja at alt fleri privatar verkætlanir eru farnar í gongd í samband við íbúðarbygging.
– Vit hava í dag eina lidna verkætlan á Helnabrekku og ein er í gongd norðuri í Ánunum. Harafturat hava vit fingið fleiri umsóknir um líknandi ætlanir.
– Útstykkingar sum liggja fyri framman eru á Norðoyri, Uppi á Fossum og í Árnafirði.
– Vantandi fáast eini 50 grundstykkir burtur úr útstykkingini komandi ár.
– Íløgurnar á komandi fíggjarlóg verða einastaðni millum 40 og 50 milliónir krónur og roknað verður við eini inntøku uppá 140 milliónir krónir.
– Inntøkan í 2007 verður umleiði 137 milliónir krónir – sum er einar 10 milliónir krónur meira enn mett var.
– Raksturin av banansingarøkinum veksur við umleið 5 milliónum nú nýggjur stovnur er tikin í brúk og kostar barnaansingin á komandi fíggjarætlan kommununi 27 milliónir krónur og er harvið nógv størsta útreiðslan hjá kommununi.
– Lánibyrðan er nakað vaksin og er farin upp um 100 milliónir krónir sum tó er væl minni ein ein álíkning.
– Størsta átakið í undanfarna árið eru umvælingarnar av svimjuhøllini og Barnahúsið Margit




