12.-14. oktober 2015 verður Norðurlandahúsið latið ungdóminum. Tá koma 90 ung millum 13 og 18 ár í húsið at vísa tað tey duga, og at fordjúpa seg í list og skapandi virksemi við hjálp frá yrkislistafólki úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finlandi.
Ung í Føroyum 2015 er størsta tiltakið, sum hevur verið, síðan tað byrjaði í 2001. Luttakaratalið er hægri enn áður, stevnan er ein hálvan dag longri enn vanligt og sum nakað heilt nýtt eru tríggir av verksmiðjuleiðarunum í ár úr øðrum Norðurlondum.
Verksmiðjurnar eru 6 í tali: Tónleikur við Jens L Thomsen (FO), sjónleikur við Mariann Hansen (FO) og Heiki Riipinen (FI), dansur við Signhild Meen Wærsted (NO), skriving við Athena Farrokhzad (SE), sniðgeving við Onnu Kristini Bæk (FO) og myndlist við Sámali Blak (FO).
Stevnan endar við einum almennum tiltaki, har luttakararnir sýna tað fram, sum tey hava skapt. Vígdis Hentze Olsen, dansari og koreografur, er listarligur samskipari av framsýningini.
Tilmeldingarfreistin er á midnátt 13. september. Luttakaragjaldið er 800kr íroknað verksmiðju, tilfar, mat og innivist í 3 dagar.
Ung í Føroyum er annað hvørt ár í Norðurlandahúsinum, og støðið hevur altíð verið høgt og skapanarhugurin stórur. 10 stevnur hava verið og uml. 600 ung hava higartil luttikið í Ung í Føroyum.
Sí meira og melda til á www.ungiforoyum.org ella www.nlh.fo




