Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórsteypadystur: Mjølnir móti Fleyr sunnudagin

Jóhann Lützen

Føroyameistararnir úr Mjølnir møta Fleyr í ársins stórsteypadysti í høllini á Hálsi

 

Flogbóltsárið fer so smátt í luftina um vikuskifti. Fyrst á skrá í kalendaraárinum er afturvendandi stórsteypadysturin, sum er millum Føroyameistararnar og Steypavinnararnar í fjør. Mjølnir menninir vunnu greipuna í fjør. 

Flogbóltssambandi boðar í tíðindaskrivi júst nú frá, at Mjølnir skal møta Fleyr, sum gjørdust nr. 2 í Føroya Tele deildini í fjør. 

Dysturin verður leiktur í høllini á Hálsi sunnudagin 24. september og hann byrjar kl. 15.00

Øll inntøka verður latin til vælgerandi endamál.