Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Størsti dukkufreturin sum er brostin á Føroya løgtingi

Norðlýsið

Bjørn Kalsø heldur, at tað eru so nógvar avmarkingar í hesum uppskotinum um uppboðssølu, at tað er betri at koyra uppruna uppskotið ígjøgnum, um man endiliga vil hava.

– Tað er ótrúligt sum man ger nógv fyri at fáa tann 17. mannin, Kristin Michelsen, at atkvøða fyri. 
– Hetta man vera tann størsti dukkufreturin sum er brostin á Føroya tingi, segði Bjørn Kalsø.
– Eg veit ikki, um man skal tora at skjóta upp, at koyra tað aftur í nevnd, tí hvørja ferð tað kemur aftur úr nevnd, so kemur okkurt heilt ótrúliga løgið burturúr, segði Bjørn Kalsø. 
Millum viðmerkingarnar segði Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, at tingið hevði 15 minuttir at seta seg inní broytingaruppskotið umframt at man bara fekk orðið í 3 minuttir til eitt uppskot, sum onga hoyring hevur havt.
Harleyfacadeacryl