Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt hugnakvøld í Skálanum

John William Joensen

Dragin hevur opið skip 16:00 – 18:00 hósdagin og fríggjadagin og leygarkvøldið 2. mars verður stórt hugnakvøld í skálanum.

Dragin hevur opið skip 16:00 – 18:00 hósdagin og fríggjadagin og leygarkvøldið 2. mars verður stórt hugnakvøld í skálanum. 

Tað er Stuðlafelagið Dragin, sum skipar fyri í samband við at Dragin í ár hevur 10 ár á baki sum skúlaskip. Hesi árini hava uml. 300 næmingar siglt og fingið undirvísing umborð á Draganum. Peningurin frá tiltakinum fer óskerdur til Skúlaskipið Dragan og Torradagarnar hevur Dragin opið skip frá kl. 16 – 18.

 Kl. 19 verður borðhald, heitur matur, sangur og tónleikur. Frá kl. 23 verður almennur dansur, har “Flemming og vinmenn” spæla góðan, gamlan dansitónleik.

Heitt verður á fólk at tekna seg í góðari tí á tlf. 456282 ella 756661