Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt hugnakvøld við sangi og dansi í Skálanum

John William Joensen

Føstulavintleygarkvøldið 25. februar kl. 19 skipar Stuðulsfelagið "Dragin" fyri stórum borðhaldi við sangi og frá kl. 23 verður dansur.

Í Klaksvík er tað er ofta langt ímillum tiltøkini av hesum slag fyri vaksin og eldri. Tí skipar Stuðulsfelagið Dragin aftur í vetur fyri einum Hugnakvøldi í Skálanum føstulavintleygarkvøld kl. 19. Vanliga hevur verið borðreitt við breyði og góðum føroyskum viðskera, men í ár verður tað heitur matur. Undir borðhaldinum verður felagssangur saman við harmonikutónleiki eins og hini árini.
Frá kl 23 verður dansur, har bólkurin Flemming og vinmenn (frá Norrøna band) spæla. Tey, ið ynskja at tekna seg til borðhaldi og dansin kunnu ringja á tlf: 456661 ella 456282. Um onkur bert vil luttaka í dansinum, so er ikki neyðugt at tegna seg.
Kostnaður fyri borðhald og dans er 200 kr, meðan kostnaðurin fyri dansin er 120 kr.
Stuðulsfelagið vónar, at nógv fólk fara at tekna seg til hugnakvøldið, tí allur peningurin fer óskerdur til Skúlaskipið.

Harleyfacadeacryl