Í samband við Sjómannadagin 18. august, kemur Norðlýsið við einum Sjómannadagsblaðið.
Týsdagin 14. august kemur Norðlýsið í hvørt hús í Føroyum við einum serligum Sjómannadagsblaðið.
Í blaðnum verður m.a. skráin fyri Sjómannadagin lýst.
Ókeypis at koyra
Øll tiltøk á Sjómannadegnum eru ókeypis, og hesuferð verður tað eisini ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin,
frá leygarmorgunum kl. 06.00 til sunnumorgunin kl. 06.00.
Lýsingar
Lýsingar og tilfar annars, til sjómannadagsblaðið, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. august.
Hetta er eitt gott høvi hjá lýsarum at koma í samband við alt føroya fólk og serstakliga við sjóvinnuna.




