Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt “sølufremjandi” tiltak í Betesda

John William Joensen

Skipað var fyri einari andaligari sølustevnu í Betesda hóskvøldi og nógv vóru tilboðini til ungdómin.

Nú nærkast summarfrítíðin og nógv eru tilboðini eisini til tey sum ætlað at brúka summarfrítíðina til at stuðla onkrum andaligum arbeiði.
Tí høvdu tey sum standa fyri ungdómsmøtunum í Betesda skipað fyri einum kunningar tiltakið har ymsir felagskapir høvdu básar við kunningartilfari.

Andalig sølustevna
Nógvir ungdómar vóru savnaðir til møtið, eins og tey gera allan veturin tá hóskvøldsmøti er, men hesin fundurin var ikki sum aðrir kristiligir fundir.
Inni í salinum vóru stólarekkjurnar sum vanliga standa út ímóti vindeygunum koyrd burtur og ístaðin vóru veggir soleiðis at básar vóru sum ein kennur frá sølustevnum.
Summarlegur í Grønlandi, Íslandi og sjálvandi á Zarepta høvdu hvør sín bás har teldutøkt og prenta tilfar var sýnt fram.
Eisini vóru trúboðarafelagsskapir sum NTM, GLO og OM á hvør sínum bási.
Eitt umboð fyri hvønn felagsskapin luttók eisini í stórum paneli har tey hvør í sínum lagið greiddi frá teirra felagsskapi.
Ein av fyrireikarunum segði við Norðlýsið at hugskotið til tiltakið bygda á at stórur partur av ungdóminum velur at brúka sína frítíð, og serliga summarfrítíðina í andaligum arbeiði.
– Tí høvdu vit boði ymsum felagsskapum norður at greiða frá nú fólk annars eru í ferð við at planleggja summarfrítíðina.

Nógv telduútgerð
Betesda er annars eins og aðrar kristiligar samkomir í dag, væl útgjørt við teldu og stórskýggja, sum verður nógv brúkt. Harafturat hevur samkoman í Betesda eitt vælútgjørt studio har fløgur verða framleiddar.
Til tiltakið hóskvøldið var eisini tráleyst samband við alnótina, og vit skulu heilsað og siga at tiltakið eydnaðist sera væl.