Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt tiltak fyri alla familjuna

Oliver Joensen

Sunnudagin 7. september verður stórt tiltak í Badmintonhøllini í Klaksvík, sum er fyri alla familjuna.(Samkoman í Betesda skipar fyri, gloymdu vit á redaktiónini at upplýsa í fyrsta umfari, haldið okkum til góða.)

Kl. 13.30 verður byrjað við BARNA OL við nógvum góðum sangi og ymiskum øðrvísi ítróttar spølum. Meðan børnini hugna sær, kunnu foreldrini fáa sær kaffi og hyggja eftir hvussu leikur fer.

Kl. 18 verður stóra afturvendandi familjumøti við góðum felagssangi, øðrum sangi og vitnisburðum.

Aftaná tiltøkini verður ábit og kaffi.

Øll eru hjartaliga vælkomin.