Bjørn Kalsø, Steinbjørn Jacobsen, Halldór Halldórsson borgarstjóri á Ísafjørði í Íslandi eru millum røðararnr á tiltakið um tilbúgving, sum Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri í kvøld
Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri stórum tiltakið í KÍ-høllini
Skrá fyri temadagin hin 11/2-2005 kl 19
Eins og í fjørð, so skipa Norðoya Bjargingarfelag fyri einum tiltaki um tilbúgving í KÍ høllini komandi frýggjakvøld.
Byrja verður stundisliga fríggjakvøldi kl 19.
Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri bjóðar vælkomin og setir kvøldið.
Røðarar :
Bjørn Kalsø Fiskimálaráðharri
(Hevur tilbúgving sum málsøki)
Halldór Halldórsson borgarstjóri á Ísafjørði í Íslandi
Evnið : Tilbúgving í samband við "skriður og omanlop"
Christian Maschmann lækni
Evnið : "Lægeambulance projekt" i Klaksvík
Karl Johannesen politistur
Evnið : Tilbúgving, umboðar allar operatørar í samband við skaðar
Stuttfilmur um bjarging verður frumførdur
(Filmur gjørdur av Norðoya Bjargingarfelag og Tekninska Skúla í Klaksvík)
Bjargingarbátur verður uppblástur (skotin av)
Umframt hesir røðarar, so verður høvi hjá fólki at sýggja ymiska útgerð og møguleiki er eisini at seta spurningar, sum eru knýttir at tílikari tilbúgving.
Sigast kann, at felags fyri Ísafjarðar komunu og Klaksvíkar komunu er, at báðar liggja um 5.000 fólk og at báðar komunurnar hava havt omanlop í nýggjari tíð.
Hygg her !
Eftir at gummibáturin er skotin av, verður drigið um ein ferðaseðil Vágar – Kastrup – Vágar.
Øll sum koma til fundin, fáa útflýggja við dyrnar, eitt atgongumerki við nummari á.
Ferðin er stuðla av P/F Gummibátatænustuni, sum eisini er við og sýnir fram útgerð til bjarging á sjónum.
Atlanin er at samla so nógva útgerð sum møguligt ið er knýtt at tilbúgvingini so sum : løgreglu, sjúkra og sløkkiakfør, niðanfyri KÍ høllina. Um viðrar, so kemur tyrlan hjá Atlantic eisini at standa á parkeringsøkinum við høllina.
Tiltakið er ókeypis.
Vinarliga Norðoya Bjargingarfelag




