Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt úrval í Underwear

John William Joensen

Underwear í N. P. Gøtu er í rættiligum jólahýri og ikki kann annað sigast enn at handilin sum lat upp fyri 8 mánaðum spílar seg út

 Handilin er á tremur við nógvum sera flottum undirklæðum í flest øllum støddum, frá A til G skál. Í snøgga jólaprýdda handlinum finnur tú tey stóru kendu merkini so sum, Triumph, Sloggi og Femilet; og harafturat hava tey einaumboð uppá vørur frá Shirley of Hollywood, ið ger nógv burturúr Jóla undirklæðum og eisini gera teir nógv flott korsett.

Í Underwear finnur tú eisini kendu sokkarnar frá Falke, sum er heimsins stórsti framleiðari av sokkum og sokkabuksum. Harumframt finnur tú eisini eitt stórt úrval av basis undirklæðum, nevnast kunnu, Mamabel amme BH, teir sera vælumtóktu Minimizer og Dooren frá Triumph og eitt stórt úrval at náttklæðum. Til hansara finnur tú eisini boxershorts frá Sloggi.

Sum nakað heilt nýtt, hevur handilin fingið eitt stórt úrval av Dreams undir- og náttklæðum, sum danski sniðgevin Isabella Kristensen hevur sniðgivið.

Handilin hevur sjálvandi altíð eitt gott úrval til brúðrina.

Leygarkvøldið 9. desember hevur handilin eitt sokallað ‘men only kvøld’



Opið er: 

Gerandisdagar til kl. 18:00 Leygardagar til kl. 14:00

Leygardagin 9. des. er opið ‘for men only’ frá kl. 18:00 til 23:00

Sunnudagin 10. des. er opið frá kl. 14:00 til 22:00