Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt virksemi í fótbóltinum

John William Joensen

Tíðin er farin frá, at ungir fótbóltsspælarar venja fótbólt helvtina av árinum og liggja stillir hina helvtina. Hetta hevur KÍ ásannað, og triðja árið á rað hevur KÍ vetrarvenjing fyri fleiri av sínum ungdómsliðum

Hóast veturin er fyri framman og stytsti dagur nærkast, er nógv virksemi í fótbóltinum í Klaksvík. Tað plagdi at vera gamalt, at ungdómsliðini høvdu frí frá fótbóltsvenjing frá september til mars, men soleiðis er ikki longur.
KÍ hevur ásannað, at tíðin er farin frá, at ungir fótbóltsspælarar venja fótbólt helvtina av árinum og liggja stillir hina helvtina, um felagið veruliga skal menn ungar spælarar.
Tí hevur KÍ í ár vetrarvenjing fyri fleiri av sínum liðum, og hetta sæst aftur á fótbóltsvøllinum, hóast dagarnir styttast, og tað er kaldari í veðrinum.
Seinastu tíðina hava dreingir, smádreingir, piltar og smápiltar vant millum eina ferð og tríggjar ferðir um vikuna, og hendan venjingin heldur fram í eina tíð afturat, áðrenn tey flestu fara í vetrarsteðg. Hesin steðgurin er tó munandi styttri, enn hann plagdi at vera fyri nøkrum árum síðani, tí nógv av liðunum byrja aftur at venja miðskeiðis í januar mánaði og hava sostatt steðg í einar seks vikur afturímóti kanska fimm mánaðum fyri nøkrum árum síðani.
Í vikuni byrjaði 1.deild sína venjing og venur tríggjar ferðir um vikuna fyrstu tíðina.

Venjingin gevur úrslit
Úrslitið av hesari miðvísu venjing sæst aftur í, at ungdómsliðini hjá KÍ eru við í avgerandi dystunum í næstan øllum deildum og vinna javnan meistaraheiti. KÍ hevur eisini fleiri ungdómslandsliðsspælarar enn áður, og spælararnir eru sum heild betur fyri tekniskt, taktiskt og fysiskt.
Stóra málið er at skapa nógvar góðar 1. deildarspælarar til felagið, og um tað málið verður rokkið, sæst ikki fyrr enn um nøkur ár, men í øllum førum er tað greitt, at KÍ hevur nógvar sera evnaríkar spælarar á veg upp ígjøgnum ungdómsdeildirnar.

Sett venjarar
KÍ setti í farnu viku Eyðun Klakstein í starv sum ungdómsvenjara hjá felagnum. Starvið er eitt parttíðarstarv, sum umfatar samskipan av venjingini av teimum umleið 300 børnunum, sum fáa fótbóltsvenjing í KÍ.
Nógv av ungdómsliðunum hjá KÍ hava eisini fingið venjara til næsta kappingarár, men um tað er onkur, sum hevur hug at verða við í ungdómsvenjingini, kanska saman við øðrum venjara, so ber til at venda sær til ungdómsvenjaran, verður sagt úr KÍ.

Venjarar næsta ár
Hans Jacob Heinesen og Eyðbjørn Jacobsen skulu venja dreingir A, og Karl Gustav Gislason venur dreingir B. Eyðun Klakstein venur smádreingir A, og Egil Finsson og Sylvan Jakobsen venja smádreingir B. Fríðin Ziskason venur piltar A, meðan ein venjarabólkur við Ólavur Jacobsen, Jóan Paula Jacobsen og Jákup Ósá skulu venja smápiltar a og b. Manni Høgnesen venur eitt av yngru smápiltaliðunum, og Karsten Hansen verður venjari hjá yngst.
Gentuliðini hava ikki vant, síðani kapingin endaði í september, men ætlanin er, at tær byrja sína venjing stutt eftir ársskiftið. Odd Færø skal venja Gentur 14-17 ár, Kári Purkhús Gentur 12-14, Bára S. Klakstein Gentur 10-12 og Maria Ziskason Pinkur.

Harleywoodpaint