Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórtap til Stjørnuna – Team Klaksvík vann

Jákup Ósá

Stjørnan tapti við 18 málum, meðan Team Klaksvík er væl við í dystinum á Skála.

Stjørnan tapti við 18 málum, meðan Team Klaksvík er væl við í dystinum á Skála.

Stjørnan tapti 34-16 fyrr í dag á heimavølli móti Kyndil. Sostatt gjørdist talan um triðja stórtapið hetta kappingarárið.
Á Skála spæla mansliðini hjá STÍF og Team Klaksvík. Har hevur leikað javnt á allan dystin, og nú áleið 16 minuttir eru eftir at spæla, er Team Klaksvík á odda 24-23. Vit fylgja gongdini.
46 minuttir: Nú er 26-23 til Team Klaksvík.
49 min.: 27-25 til Team Klaksvík.
51 min.: 28-26 til útiliðið. STÍF kom uppá 27-26, men Team Klaksvík svaraði aftur.
55 min.: 29-28 til Team Klaksvík. Sami munur. STÍF klárar at minka um niður á 1 mál.
57 min.: 30-29 til Team Klaksvík.
58 min.: 30-30. Fyrstu ferð javnleikur í longri tíð.
59 min.: 31-30 til Team Klaksvík.
59.30: 31-31
59.50: 31-32.
59.58: Brotskast til STÍF
Liðugt: 32-31 til Team Klaksvík. Sostatt vann Team Klaksvík sín fyrsta sigur í ár. Dragan Kondic tók brotskastið í seinasta sekundinum og tað var avgerandi fyri dystin.