Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stóru útróðrarbátarnir vóru vestanfyri í nátt

Oliver Joensen

Norðsøki, Kallanes, Líðhamar og Bragd hava allir verið vestanfyri í nátt. Norðsøki hevði 12.100 pund, Líåhamar 10.100 og Kallanes 10.000 pund. Kári Klettskarð í Kongsstovu, formaður á Kallanesi segði, at av veiðuni hjá teimum vóru eini 2.500 pund toskur. Frá Bragd visti hann at siga, at hann hevði tosað við Bragd tá hann hevði 12 stampar eftir at draga, tá høvdu teir 7.000 pund. Brandur, sum rør út úr Hvannasundi hevur ikki verið til útróðrar í nátt. Stakkavík hevði 4.000 pund og Dalsenni hevði 3.100 pund.