Fyri hvørt stig sum íslendska krónan viknar verða møguleikarnir hjá íslensku bankunumverri at gjalda ovurhondsstóru útlendsku lánini aftur
Orð sum "skandala" – "total niðurbrenning" er nógv brúkt í morgun millum íslendskar fjølmiðlar.
Komandi árini fara at kostað íslendingum dýrt tí eingin sleppur óskalaður frá at ein tjóðarbúðskapur fer á húsagang – sum í veruleiknaum er tað sum hendir í løtuni, skriva fleiri íslendskir miðlar í morgun.
Íslendsku stjórbankarnir og teirra feløg eru í løtuni i ferð við at selja alt virksemið uttan fyri ísland og sum marknaðurin er í løtuni verða sølurnar framdar við stórum tapum.
Íslendskir fíggjarfrøðingar meta at eingin av teimum stóru bankunum sleppa undan fíggjarkreppuni og í løtuni verður nógv tosað um at bjargingarætlanin hjá stjørnini kann koma íslendska tjóðarbúðskapinum í ovurhonds stóran vanda.
Íslendska stjørnin ætlar at nationalisera allan banaksektorin men hetta kann gerast ein enn størri trupuleiki.
Størsti trupuleikin í løtuni er at stóru íslendsku bankarnir
hava stór lán í útlendskum valuta og ger hetta støðuna enn truplari hjá tjóðbankanum at bjarga teimum.
Tjóðbankin kann altíð prenta meira pening, men hann kann bara prenta íslenskar pengar og ikki útlendskan valuta.
Um bankarnir verða tjóðartiknir kann íslendska stjørnin koma í tað støðu at hon ikki megnar at gjalda útlendsku lánini, verður m.a. sagt í íslendskum fjølmiðlum í morgun.




