Formaðurin í Norðoya Fólkaflokksfelag, Absalon í Buð sigur at Fólkaflokkurin fer at hava omanfyri 10 valevnir á listanum til býráði í Klaksvík
Sambart løgtingslógini hava flokkarnir loyvi til at hava 15 valevnir á listanum til býraðsvalið í Klaksvík, men eftir at hava tosað saman vóru feløgini samd um at hava 10 valevnir á listunum.
Í vikuni bleiv so tosað saman um at seta talið niður til 7, men eftir uppstillingarfundin hjá Fólkaflokkinum leygarkvøldið var greitt at Fólkaflokkurin fór at hava fleiri á listanum.
– Í løtuni eru umleið 10 valevnir í uppskoti og møguleiki er fyri at vit fara at stilla eini 12 13 valevni upp, men nú fáa vit at síggja hvussu nógv vera á listanum tá seinasti uppstillingarfundurin hevur verið, sigur Absalon í Buð.
Býráðslimir stillað allir upp
Jógvan við Keldu boðaði longu í marsmánaði frá at hann stillar ikki upp og tað hevur ljóða at dóttur hansara, Gunnvá við Keldu, møguliga fór at stilla upp, men so tykist ikki verða.
Teir sum í løtuni mannað býráði fyri Fólkaflokkin, Erik Andreasen, Kristian Fríðrikk Olsen og Jógvan Lützen stilla allir upp og harafturat hevur Jákup Mikkelsen, løgtingslimur, eisini avgjørt at stilla upp.




