Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi fyri KÍ leikarum

Jákup Ósá

Tummas Lervig staðfestir nakrar tímar áðrenn flytingarvindeygað letur aftur, at stórur áhugi er aðrastaðni frá fyri leikarum í KÍ.

Flytingargluggin stongir á midnátt. Í KÍ hevur verið friðarligt í summar. Tó so, so gjørdi felagið sáttmála við Sani Tahir áðrenn summarsteðgin. Tummas Lervig er formaður í KÍ.

– Vit taka tað róligt í kvøld og hava hópin uppá pláss til dystirnar, ið eru eftir. Tó kann eg siga, at stórur áhugi hevur verið frá øðrum feløgum fyri leikarum hjá okkum, sum eru kring besta ella næstbesta liðið. Vit hava í ár ein stóran hóp av góðum leikarum, og tað hava onnur lagt til merkis. Enn er ikki endaliga avgjørt, um onkur av hesum fer í annað felag ella ikki, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl