Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi fyri kokkaútbúgvingini á Tekniska Skúla

Jóhann Lützen

Matstovuvinnan og ferðavinnan eru vinnugreinar í menning , og við møguleikanum at nema sær kokkaútbúgving í Føroyum, er áhugin at nema sær matvøruútbúgving vaksandi

 

Aftur í ár hava nógvir næmingar valt at søkja inn á Matvørudeildina á TSK

Tað er pláss fyri 24 næmingum í hvørjum flokki á Matvørudeildini.

Skeiðið, sum byrjaði nú í august, var fullteknað, og tað var bíðilisti at sleppa inn, so sigast má, at tað er stórur áhugi í at nema sær útbúgving innan matvøruyrkið.  

Kunngerðin fyri kokkaútbúgvingina, sum kom í gildi í vár, ber við sær, at nú er møguligt at taka alla kokkaútbúgvingina á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Matstovuvinnan og ferðavinnan eru vinnugreinar í menning , og við møguleikanum at nema sær kokkaútbúgving í Føroyum, er áhugin at nema sær matvøruútbúgving vaksandi.