Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi fyri sangleiki í Fuglafirði

Tíðindaskriv

Hesa vikuna hevur 10. flokkur í Fuglafjarðar skúla í samstarvi við skúlan á Ziskatrøð ført fram leikin: Prinsessan, ið einki mintist. Hvønn dag hava tvær skúlasýningar verið, og nógv børn og ung hava hugna sær í Mentanarhúsinum. Higartil hava heili 1.400 fólk sæð leikin.

Leikurin snýr seg um eina prinsessu, sum fær minnisloysi, og tí ikki veit, hvør hon er. Ígjøgnum leikin møtir hon so ymiskum ævintýrpersónum, sum hjálpa henni at finna seg sjálva og sjálvandi eisini sín dreymaprins. Leikurin er sera undirhaldandi og skemtiligur, bæði fyri børn og vaksin.

Tað eru Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, sum standa fyri ávikavist leiki og tónleiki.

Skúlasýningar verða aftur í morgin, eins og almennar sýningar eru í kvøld og sunukvøldið kl. 19:30.

Atgongumerkir kunnu bíleggjast á telefon 23 80 63 ella keypast við dyrnar.

Sí myndir frá leikinum niðanfyri