Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur áhugi fyri tiltakinum hjá Klaksvíkar Dansifelag

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 30. mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri hugnakvøldinum “ Matgleði, kabarett og dansur”.

Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu, tann 30. mai, skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri hugnakvøldinum “ Matgleði, kabarett og dansur”.

Stórur áhugi er fyri tiltakinum, og eru longu fleiri enn 100 atgongumerkir seld. Enn eru tó atgomgumerkir eftir. Til ber at bíleggja atgongumerkið hjá Jónleifi Johannesen, tlf. 235766 ella á telduposti : jonleif.johannesen@skulin.fo

Kostnaðurin er 550 kr.

Á skránni verður sera góður matur við rávørum úr Norðoyggjum, framúr skemt við kabarettini “Luktur í smakkinum” og føroyskur dansur.

Kvøldið byrjar í Skálanum klokkan 18.00 við borðhaldi. Fyri matinum stendur sjónvarpskokkurin Gutti Winther, ið megnar at fáa spennandi forkunnugar rættir burtur úr føroyskum rávørum. Borðreitt verður við trimum rættum.

Klokkan 21.00 verður farið til hallarkabarettina “ Luktur í Smakkinum”.

Klaksvíkar Dansifelag hevur bílagt pláss til gestirnar, so ikki verður neyðugt at skunda sær frá borðinum.

Eftir kabarettina kl. 23.00 verður almennur føroyskur dansur í Skálanum, og hava tey, sum melda seg til tiltakið, ókeypis atgongd. Annars eru allir Norðoyarstevnugestir vælkomnir í føroyskan dans í Skálanum hetta kvøldið.

Við Norðoyarstevnukvøðu

Klaksvíkar Dansifelag