Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur dagur í Mikladali 1. August

Oliver Joensen

”Kópakonan”, meistaraverkið hjá Hans Paula Olsen, myndahøggara verður eftir ætlan avdúkað fríggjadagin 1. August.

Við standmyndini av Kópakonuni á Stórakneysa og frásøgn um søgnina í Stóraneysti og einum vøkrum útsýnisplássi har kikari og upplýsingar annars eru at heinta hjá ferðafólki og vitjandi, vóna vit fyrireikararnir, at tiltakið ”Kópakonan á Stórakneysa” kann gerast eitt ískoyti til ferðafólkavinnuna ikki bert í Mikladali og á Kalsoynni sum heild, men eisini eitt ískoyti til alla føroysku ferðavinnuna.

Kalsoyggin er serstøk, ikki minst tí, at sera gott ferðafólkasamband er til oynni, har væl ber til at koma við bili ella bussi. Tú kemur í land á Syðradali, ein bygd, ið hevur forna søgu og tætt tilknýti til avtoftaðu bygdina vestanfyri á oynni, Blankaskála.

Á Húsum heldur fyritøkan Viljin til, sum nakað herfyri hevur fingið góðkendan køk, sum í kapping við aðrar slíkar fyritøkur arbeiðir so at siga kring alt landið. Á Húsum er eisini bygdafelag, ið av og á stendur fyri ymiskum tiltøkum. Tað er av Húsum at listafólkini og brøðurnir Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Thorbjørn Olsen hava sínar røtur í faðirætt.

Í Mikladali verður so stóri festdagurin fyriskipaður. Dávur Winther er settur sum leiðari av tiltakinum í Mikladali, og hann kemur út við forvitnisligari skrá seinni. Men umframt, so er Mikladalur eisini kendur fyri at hava fostrað nógv listafólk. Jarnsmiðjuyrkið hevur eisini verið fastur sigur í bygdini í fleiri ættarlið og tað var her at fyrsti motorurin var uppfunnin sambært søgnini. Gamla Nornastovusmiðjan við myllu og tveimum essum fer at hava opið hús, kornmylla er eisini í bygdini og ætlanin er sum skilst at neystaloftið á Stóraneysti skal hýsa onkrum forvitnisligum um Kópakonuna. Avhaldshúsið verður ramman um mat til fólkið sum kemur á vitjan og roknað verður við at tiltøk frá helst øllum bygdunum verða fyriskipað í Mikladali.

Trøllanes er helst krúndiamanturin á eini ferðamannavitjan í Kalsoynni Umframt uniku lítlu bygdina við síni jarnsmiðju og skúla er ein gongutúrur út á fýrin við útsýni niðan á Borgaran og niður á Kalsvík ein uppliving fyri lívið.

Kalsoyggin er ein perla í ferðavinnuhøpi, tí er at vóna at vit fara at duga at gagnnýta hetta tilfeingið á besta hátt, nú hópur av skattamiliónum eru lagdar í Visit Faroe Islands at fáa ferðafólk at koma hendavegin.

Í meira enn trý ár hava vit tríggir, Ólavur Samson, Oliver Joensen og Olivur Thomsen sitið í einum bólki undir Føroya Sjómannadegi at fyrireika og útvega pening til tiltakið ”Kópakonan á Stórakneysa” og ikki minst vit, gleða okkum til 1. August og vóna at vit fara at síggja allar føroyingar í Mikladali hendan dagin til eitt vælfyriskipað tiltak.

Gleðiligar páskir!

PS: Myndirnar eru tiknar fyri góðari viku síðani, tá fyrireikararnir, saman við setta samskiparanum, Dáva Winther, umboð fyri býráðið, trygdarumboð og onnur vóru í Mikladali og hugdu eftir umstøðunum.

Oliver