Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur HB áhugi fyri klassikaranum

Jákup Ósá

(Fleiri HB bussar koma norður) Áhugin fyri stóru klassikaranum í føroyskum fótbólti, ið hesaferð – sum í gomlum døgum – er oddabrak, tykist stórur.

Úr Havn frætta vit, at longu undan dystinum móti Víkingi seinasta vikuskifti byrjaðu fyrireikingarnar til KÍ dystin. HB áskoðarar skipa í flestu dystunum fyri útferðum. Hesaferð frættist, at áhugin er størri enn vanligt til dystir um hesa tíðina á árinum og fleiri fullsettir bussar væntast at koma norður til Klaksvíkar. Tað eru eisini mong ár síðani, at KÍ og HB hava spælt toppdyst, tá 7 umfør eru leikt.

HB liggur á odda í Effodeildini, men KÍ yvirtekur tað plássið, um klaksvíkingar vinna dystin hóskvøldið. 

Les eisini her um, at Símun Samuelsen og hinir í HB elska at spæla í Klaksvík og hví so er

Niðanfyri síggja vit tey 12 málini hjá HB higartil í ár, har 4 av teimum eru komin uppá hornaspørk.

Harleyfacadeacryl