Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur munur á privatum og kommunalum grundstykkjum

John William Joensen

Nýggjastu útstykkingarnar hjá Klaksvíkar Kommunu eru undir Fossum og er talan um eini 14 grundstykkir, sum vera um 500 fermetrar til støddar.

Hettar verður uttan iva eitt av bestu búðstøðunum í býnum, tá hugsað verður um at lendi er slætt, plaseringin er tætt við miðbýin og nýggi ringvegurin ger at lætt verður at koma til og úr økinum.
Bíðilistin hjá Kommununi eru framvegis langur, men tá hesar útstykkingarnar saman við nýggju útstykkingunum á Græshjalla eru klárar skuldi hetta sæst aftur á bíðilistanum.

Rætti prísurin?
Prísurin á grundstykkjum, sum kommunan selur er vanliga 200.000 kr fyri 500m2, men í samband við ymisku útstykkingarnar verður prísurin altíð fastsettir fyri hvørja útstykking sær.
Enn er ógreitt hvat prísurin fyri útstykkingina Undir Fossum verður, tí enn er ognartøkan ikki liðug og tí ber ikki til at gera eina kostnaðarmeting av fermetra prísinum. Men tað er sannlíkt at prísurin kemur at liggja oman fyri 200.000 krónur fyri eitt stykkið, sum er 500 fermetrar.

Marknaðar virði munandi hægri
Tey sum fáast við húsamekling og sølu/keyp av grundstykkum í Klaksvík siga at eingin ivi er um at vóru kommunalu grundstykkini seld í fríðari sølu var prísurin ein heilt annar.
Í januarmánaða í ár var eitt grundstykkið Undir Fossum selt fyri umleið 500.000 krónur og tað var umleið 400 fermetrar til støddar.
– Sera stórur áhugið hevur verið fyri húsum, sum vit hava havt nær við økið sum kommununa nú útstykkjar, sigur ein húsameklari við Norðlýsið.
– Tað vísir seg at tá tosað verður um øki, sum liggja nær við miðbýin er áhugin sera stórur og eitt vanligt hús tætt við útstykkingarnar undir Fossum fór fyri stuttum fyri meira enn tvær milliónir krónir.
– Áhugin fyri grundstykkjum í løtuni er sera stórur tí sethúsaprísurin er høgur og tí er tað møguligt at gjalda nógvar pengar fyri grundstykki, sigur ein húsameklari við Norðlýsið.

Sami húsameklari segði at vóru grundstykkini Undir Fossum seld í fríðari sølu, hevði prísiurin uttan iva verið millum 600.000 til 750.000 krónur og kanska okkurt stykki hevði nærkast milliónini.

Virðisøking
Við øðrum orðum kann staðfestast, at tey sum keypa grundstykkir undir Fossum frá Klaksvíkar Kommunu fyri umleið 200.000 krónur – í somu løtu eiga eitt grundstykki, sum hevur trífalt so stórt virði.

Hinvegin so kann tað fáa álvarsligar sosialar fylgir um Kommunan fór út og bjóðaði grundstykkir til hægst bjóðandi. 

– Hetta hevði bert gjørt tað truplari fyri ikki at siga ógjørligt hjá yngri fólki at fingið fatur á grundstykkjum.
– Kommunan skal bara dekka tær útreiðslur hon hevur av eini útstykkin og eigur ikki at vinna pengina av slíkari sølu.
– Lógin sigur at Kommunan skal ikki selja fyri undirprís – men hvat tað merkir er trupult at útgreinað – vit kunnu tó staðfesta at kommunan selur grundstykkir, sum eru tríggjarferðir undir marknaðarviðrið.

Hetta eru nakrar av viðmerkingunum vit hava fingið frá fólki, sum dagliga hava við keyp og sølu av grundstykkjum at gera.

Missir Kommunan milliónir av krónum?
Vit kunnu tó freistast at siga at tað hevði komið væl við hjá Klaksvíkar Kommunu at selt tey 14 grundstykkini undir Fossum fyri einar 8,4 til 10,5 milliónir krónir ístaðin fyri tær 2,8 milliónirnar, sum kommunan vantandi far fyri útstykkingina undir Fossum.
Lógin gevur ikki rúm fyri at kommunan tjenar pening uppá útstykkingar, men spurningurin er um munurin ímillum marknaðarprísin og kommunala prísin nú er so stórur, at talan veruliga er um sølu fyri undirprís.

Útstykkingarnar undir Fossum verða vantandi fleiri enn tær 14, sum vit hava nevnt omanfyri. Kanska verður talið nærri 20 grundstykkir, og fekk kommunan meira pening burtur úr søluni hevði hon kunna framt fleiri útstykkingar skjótari og harvið blevi bíðilistin burtur eftir stuttari tíð – og prísurin á grundstykkjum – bæði privatum og kommunalum harvið kom niður á eitt sámuligt støði.