Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórur ruddingardagur leygardagin

John William Joensen

Leygardagin verður brúk fyri øllum góðum kreftum til at rudda og umvæla í samband við at nýtt fótbóltsár stendur fyri framman, skrivar KÍ í tíðindaskrivi

Kl. 9:30 leygarmorgunin verður morgunkaffi á loftinum í KÍ høllini har fólk verða skipaði í fimm bólkar.

Loftsbólkur:

Rudda og vaska felagshølini og goymsluhølini á loftinum í KÍ-høllini.
Skifta innhurð í køkinum og vatnhana.

Skrivstovubólkur:

Rudda og vaska skrivstovnuna, flyta internetsamband/sjónvarp/parabol.

Stadionbólkur:
Rudda plattar á áskoðaraøkinum burtur.
Rudda, bøta net og umvæla útgerð.

Bólkur til bóltrúmið:

Rudda og vaska bóltrúmið og savna alla venjingarútgerð í felagnum og leggja hana á pláss.
Umvæla bóltskáp.

Bólkur til venjingar- og vaskirúm
Rudda og vaska.

Útgerð til ruddingardagin:
Brúk er fyri útgerð til at vaska við, kustar, gøtukustar .
Nýggjari innhurð til køkin og nýggjan vatnhana.
Ruskposar og annað.

——-

Vit heita á leikarar, viðhaldsfólk og onnur, sum vilja veita felagnum eina hjálpandi hond um at møta á loftinum í KÍ høllini leygarmorgunin kl. 9:30.

Brúk verður fyri øllum góðum hondum.

Tey sum hjálpa til fáa ein frokost á loftinum seinrapartin.

Klaksvíkar Ítróttarfelag