Nú Wagner-herurin undir Jevgenij Prigozjin, sum annars hevur barst á russiskari síðu, er farin inn í Russland í staðin, viðgongur sjálvt Vladimir Putin, at vandi er fyri borgarakríggi í Russlandi. Men fyrst verður offensivurin vendir ímóti Wagner-herinum.
Vladimir Putin, forseti í Russlandi, hevur fyrr í dag umrøtt møguleikan fyri einum borgarakríggi, eftir at ein beiskur Jevgenij Prigozjin hevur vent sær ímóti Russlandi og tikið ræðið á týdningarmiklum støðum í Suður-Russlandi, serliga býnum Rostov, sum er ein umráðandi kommandosentralur fyri russiska hervaldið í syðra partinum av landinum og harvið eisini í Ukraina-krígnum.
Prigozjin er beiskur um, at hansara leiguherur, Wagner-herurin, er vorðin álopin av russarum; nakað sum Russland annars avsannar. Jevgenij Prigozjin sigur seg ikki ætla at gera Russland til sín fígginda, men hann vil hava teir partarnar av russisku herleiðsluni, ið høvdu ábyrgdina av russiska álopinum á Wagner-herin, drignar til svars. Putin sær tað hinvegin sum eitt álop á alt Russland og harvið sum bæði landasvik og uppreistur.
Umframt Rostov, ið er túsund kilometrar frá Moskva, hevur Wagner-herurin eisini ræðið á, ella í øllum førum markanta hjáveru í, Voronezj, ið bert er 500 kilometrar frá russiska høvuðsstaðnum.
Tann serstakliga og Putin-trúgvi tjetjenski Ramzan Kadyrov hevur longu boðað frá, at hann hevur beint sína hermegi eftir Wagner-herinum. Um hendan støðan eskalerar, kann hon menna seg til eitt borgarakríggj innanhýsis í Russlandi.
Bretska innanríkisráðið fer so langt sum at siga, at handlingarnar hjá Prigozjin og Wagner-herinum eru tann størsti trupulleikin fyri russiska statin í nýggjari tíð, og sigur harvið innanhýsiskonfliktina vera ein størri trupulleika fyri Russland enn kríggið í Ukraina sjálvt.
Kelda: Livebloggurin Politico.



