Lýsing

Handilslærlingur til Svend Krosstein

Vit leita eftir tær, sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi handilsútbúgving.

Sum handilslærlingur kemur tú runt í øllum liðunum, ið skapa tann góða handilin. Tú kemur at arbeiða við at veita okkara kundum dagliga tænastu innan eitt nú sølu og ráðgeving.

Um teg:

Vit vænta, at tú hevur FHS ella HH prógv. Tú ert fyrikomandi, dámar væl nýggjar avbjóðingar og dugir væl at samstarva.

Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH, er lærutíðin 2 ár.

Um P/F Svend Krosstein:

P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 23 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk kring alt landið. Sum størsti HVS handil og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á landi og sjógvi.

Umsóknarfreist:

Umsóknarfreist til størvini er fríggjadagin 1. des. 2017 kl. 12.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Krosstein, tlf. 344690, teldupostur: annika@krosstein.fo.

Umsóknir við prógvum og cv skulu sendast til: annika@krosstein.fo

Viðmerkt: starvsumsókn

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024