Lýsing

Starv sum løgfrøðingur í Løgtinginum

 

 

Í sambandi við, at ein av okkara løgfrøðingum er í farloyvi, er eitt fulltrúastarv sum løgfrøðingur í Løgtinginum leyst at søkja til setan frá 1. novembur 2024 og fram til 1. oktobur 2025. Talan kann gerast um fast starv, tá hetta skeiðið er lokið.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

·      at vera nevndarskrivari í Uttanlandsnevndini og Norðurlandaráðnum og varaskrivari í Vinnunevndini umframt møguligum øðrum nevndum

·      at vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingfólkum í sambandi við lóggávuarbeiði v.m.

·      at luttaka í vanligari málsviðgerð og umsitingarligum uppgávum

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum til tíðir er rættiliga krevjandi, og har nógv er at gera og at halda skil á. Tann, sum settur verður, skal hava útbúgving sum løgfrøðingur (Cand.jur.), hava góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt mál, hava hegni og áhuga fyri at arbeiða í politisku skipanini og hava góðan kunnleika til nýtslu av teldu. Kunnleiki og royndir frá arbeiði í landsfyrisitingini kunnu vera ein fyrimunur.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmálanum millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. septembur 2024, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294.

Aftur
Fíggjar­stjóri til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
20. jan 2025
Leiðari til Umlættingarheimið Dáan
Umsóknarfreist:
22. jan 2025
Fríyrkis flogternur og -tænarar
Umsóknarfreist:
31. jan 2025
Miðnám á Kambsdali søkir:
Umsóknarfreist:
26. jan 2025
Søkt verður eftir starvsfólkið til rusk…
Umsóknarfreist:
27. jan 2025
Deildarleiðari til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
2. feb 2025