Skrivstovufólk til Heilsutrygd

 

Heilsutrygd søkir skrivstovufólk at starvast fulla tíð, nú eitt av okkara trúføstu starvsfólkum fer frá.

Krøvini til Heilsutrygd sum stovn broytast støðugt, og uppgávurnar eru nógvar. Tørvur er tí á einum dugnaligum og fjølbroyttum starvsfólkahópi.

 

Høvuðsuppgávurnar kunnu fevna um:

  • Málsviðgerð
  • Eftirlit av uppgerðum og útreiðslum
  • Samskifti við veitarar, vegleiðing og ráðgeving í.s.v. avrokning og skráseting
  • Annað vanligt skrivstovuarbeiði, sum t.d.: Skjalhald (journal) o Bókhaldsuppgávur o Fyrispurningar

 

Vit vænta, at tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir við skrivstovuarbeiði, bókhald ella málsviðgerð
  • Góðar telduførleikar
  • Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Góð evni at orða teg á føroyskum í skrift og talu

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við og kennir Búskaparskipan Landsins og journalskipanini 360° (Skjalhald).

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Starvið verður sett frá 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella við brævposti til: Heilsutrygd, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. november 2024.

 

Um Heilsutrygd:

Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum, Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina.

Aftur
Arbeiðs­fólk til Nes kommunu
Umsóknarfreist:
7. jan 2025
Deildarleiðari til TAKS í Klaksvík
Umsóknarfreist:
2. feb 2025
Starv sum kunningar­fólk í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu
Umsóknarfreist:
6. jan 2025
Skrivstovulærling til Navigare Shipping
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Bókhaldari/­skrivstovu­fólk til Navigare S…
Umsóknarfreist:
3. jan 2025