Skrivstovufólk til Sjónám
Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk í fyrisitingini á skúlanum er leyst at søkja.
Tú kemur saman við deildarleiðara og skrivstovufólki at at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og viðskiftafólk.
Á skúlanum er skiparaútbúgving, skipsatstøðarútbúgving og martimt skeiðsvirksemi.
Nakrar av arbeiðsuppgávunum eru:
- Røkja inn- og útgangandi samskifti umvegis telefon og KT-skipanir
- Roknskapar- og bókhaldsarbeiði í Búskaparskipan Landsins
- Umsiting av heimasíðu og øðrum miðlaamboðum
- Vanliga málsviðgerð
- Fakturering og bóking
- Fyrireiking og umsiting av próvtøkum
- Aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur
Vit vænta:
- At tú hevur skrivstovuútbúgving og royndir innan almenna fyrisiting
- Hevur góðan kunnleika til KT
- Ert eldhugað, opin og jalig
- Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
- Hevur hugburð og góð evni til samstarv
- Kanst arbeiða við skiftandi uppgávum og
- Trívist væl millum starvsfólkk, næmingar og viðskiftafólk
Vit bjóða
- Eitt skiftandi og avbjóðandi starv
- Eitt starv har tú sjálv kanst forma uppgávurnar
- Gott arbeiðsumhvørvi
- Góðar starvsfelagaðar og næmingar
Arbeiðstíðir skifta millum fyrrapartar og seinnapartar mánadag til hósdag eftir avtalu.
Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 24.novembur kl.12.00.
Sjónám
Faktorsvegur 14, FO-700 Klaksvík http://sjonam.fo
30. nov 2025
12. nov 2025
6. nov 2025
10. nov 2025
9. nov 2025
17. nov 2025
19. nov 2025
20. nov 2025
15. nov 2025
9. nov 2025