Lýsing

Netastovan søkir eftir “Goymslu/Innkeypssamskipara”

 

Staður: Føroyar 

Arbeiði: At keypa inn til trolreiðskap o.a.

Starvsstaður: Klaksvík

Starvstíð: Talan er um fulltíðar starv.

 

Lýsing

Vilt tú verða partur av innkeypstoyminum hjá eini fyritøku í stórari menning.

Netastovan leitar eftir einum ágrýtnum og analytiskum goymslu/innkeypssamskipara til høvuðsskrivstovuna í Klaksvík.

Sum goymslu/innkeypssamskipari fært tú ábyrgd av at tryggja, at vørur og tænastur verða keyptar rættstundis, í samsvari við tørvin.

 

Tín vangamynd

Tú ert:

  • fyrikomandi, væl skipað/ur, dugir at samskifta og arbeiða sjálvstøðugt
  • tænastusinnað/ur, hugsar í loysnum, og dugir at hava yvirlit, eisini tá tað nógv er at gera
  • áhugað/ur í at menna teg sjálvan og felagið

 

Tú hevur:

  • eina analytiska tilgongd og dugir at arbeiða við Excel
  • áhuga fyri at menna tilgongdir innan goymslu/innkeyp.
  • førleikar at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga
  • útbúgving á miðnámsstøði ella hægri. (ikki eitt krav)
  • royndir frá líknandi starvi (ikki eitt krav, men ein fyrimunur)

 

Starvssetan og umsóknarfreist

Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu, helst í byrjanini av 2026. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Freistin at søkja er 18. november 2025. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknin saman við møguligum CV er at senda til Jógvan Olsen, jo@netastovan.fo

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Olsen, Virkisleiðara, tel. 55 57 10 ella á jo@netastovan.fo.

 

Um Netastovuna

Netastovan varð stovnað í 2022 í Klaksvík. Felagið fær íblástur úr upprunaliga navninum, “Netastovan” sum kom undan kavi áðrenn 1960. Vit halda ta stoltu, staðbundnu siðvenjuna í hevd við at vera framsíggin úr einum alheims sjónarhorni.

Frá byrjan hevur mál okkara verið greitt: At framleiða álítandi trolreiðskap av bestu dygd, og sum er gjørdur til tørvin hjá vinnufiskiførum á okkara leiðum. Tað byrjaði við botntrolum til partrolarar og onnur før, sum royna í Barentshavinum og undir Grønlandi. Nú er tað ment til eisini at fevna um rækjutrol og uppsjóvartrol.

Aftur
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Lærari til El-Deildina
Umsóknarfreist:
10. des 2025
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Umsóknarfreist:
31. des 2025