Lýsing

Endurlýsing eftir sýnsfólki

Akstovan søkir eftir sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt.

Uppgávan
Uppgávan snýr seg um regluligt sýn av ak­før­um og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlits­støð stovnsins, og høvuðsarbeiðsstaðið verður í Saltangará. Tað eru 6 sýns­fólk í starvi á deildini.

Førleikakrøv
Vit hugsa okkum, at tú hevur bilmekanikara-útbúgving og hollar royndir á økinum. Dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi, men kortini kann fremja sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum stórvognsmekanikari, hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn.

Setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar-málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyr­andi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.

Umsóknir
Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til:

Akstovan

Hoyvíksvegur 57

Postsmoga 3206

FO 110 Tórshavn
ella til akstovan@akstovan.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. sept. 2018. Fleiri upplýsingar 
fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á tlf. 35 04 28.

· · · · ·

Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni starvast 23 fólk.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024