Lýsing

BAKKAFROST søkir fiskarøktara til nýggju Smoltstøðina á Strond

Sum Fiskarøktari hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

 

Arbeiðsøki

Sum Fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • at røkta fiskin
  • at brúka ymiska tekniska útgerð
  • at stýra vatngóðskuni
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Sum fiskarøktari vísir tú til leiðaran á smoltstøðini. Á smoltstøðini verður arbeitt í vaktum, og tú verður partur av hesi vaktarskipan. 

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við djórum og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. 

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

 

Vit bjóða

Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

 

Løn og setanartreytir

Vit bjóða eina kappingarføra løn samsvarandi førleikum, útbúgvingarstøði og royndum.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rógva Jacobsen, formann, á tel. 23 57 23, t-bræv roja@bakkafrost.com, ella til Rúna Olsen, smoltalileiðara, á tel. 235125, t-bræv ruol@bakkafrost.com.

 

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvi, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við t-brævi til hr@bakkafrost.com.

Umsóknarfreistin er 24. septembur 2018. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 960 fulltíðar starvsfólk. 

www.bakkafrost.com

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024