Lýsing

Spennandi starv sum internt sølufólk

Ert tú spent/ur upp á at geva kundunum ta bestu tænastuna, og hevur tú royndir innan nonfood? So ert tú kanska okkara interni seljari til sølutoymið.

UM STARVIÐ
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv, har tínar avbjóðingar skifta, so hvørt sum virkið mennist, og tørvurin broytist. Tú fert at hava nógv at siga í sølutoyminum, sum í dag hevur 3 medarbeiðarar.

Tínar avbjóðingar verða:

  • Viðgerð av spurningum frá kundum, og eisini seta tilboð saman og ordraviðgerð
  • Kundasambond og telesøla
  • Vera við í verkætlanaruppgávum
  • Back-up fyri okkara eksternu seljarum
  • Luttaka í aktivitetum viðvíkjandi marknaðarføring
  • Veitarasambond eru ein stórur partur av starvinum

 

EITT SINDUR UM TEG
Tú ert í dag í starvi sum sølusamskipari, internur søluráðgevi ella líknandi. Tú trívist við eini breiðari kontakt til kundar, veitarar og starvsfelagar, og tú hevur skil á, hvat hendir. Tú ert ábyrgdarfull/ur, røsk/raskur og skipað/ur viðvíkjandi arbeiðsuppgávum og trívist, tá tú hevur nógv at gera. Tað er ikki verri, um tú hevur eina breiða vitan um nonfood. Tú ert tænastuhugað/ur og setur eina æru í at geva kundanum ta bestu tænastuna. Tað hevur týdning, at tú kanst samarbeiða í einum toymi, men eisini at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert lættsint/ur, er útvendur og ikki stúrin av lyndi.

UM BLIKA
Blika er ein heilsøla sum síðani byrjanina í 1992 hevur lagt seg eftir at selja nonfood vørur í eini breiðari merking. Vøruúrvali spennir alt frá pappír og reingerðarvørur til skrivstovulutir, innbúgv, spælipláss og mangt annað. Kundar hjá Blika eru fyritøkur og stovnar um alt landið. Blika leggur seg eftir at selja dygdarvørur til sámuligar prísir. Blika hevur í løtuni 8 starvsfólk harav 3 eru koyrandi sølufólk sum vitja kundar kring alt landið.

UMSÓKN
Hevur tú hug til at skapa tær eina framtíð hjá Blika, so er at senda okkum tína umsókn saman við CV beinavegin, ella í síðsta lagi tann 2. sept. 2018. Tú byrjar 1. okt. 2018 ella skjótast tilber.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðun Hansen á fartelefon 233667 ella við at senda teldupost til eydun(at)blika.fo

Blika Sp/f • Akranesgøta 9 • FO-100 Tórshavn • Tel. 60 66 66

Aftur
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024