Lýsing

Ert tú ósmæðin, og dámar tær ábyrgd?

Ert tú nýhugsandi, framfýsin og dámar tær væl at skapa tín egna arbeiðsdag? So hava vit eitt spennandi starv til tín at søkja. Vit leita eftir einum ágrýtnum samskipara/sølufólki til appina Sona at byrja skjótast til ber.

Sona er eitt vørumerki hjá Føroya Tele. Sum samskipari/sølufólk verður tú partur av einum spennandi umhvørvi, ið mennist við rúkandi ferð, og har eingin dagur er líka. Títt yvirskipaða ábyrgdarøki verður at skapa tilfar og ferðslu á appini og at finna nýggjar møguleikar fyri sølu.

Tú kemur at hava beinleiðis samskifti við kundar og verður andlitið úteftir. Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at:

  • Skipa fyri tiltøkum
  • Selja lýsingar og marknaðarføra
  • Vera til staðar, tá ið áhugaverd tiltøk eru (ítróttur, festivalar, konsertir o.a.)
  • Hugsa nýskapandi og síggja nýggjar møguleikar, sum ríka innihaldið í Sona appini
  • Samskipa og leggja leist fyri nýggjum átøkum og hugskotum

Vit seta ikki krav til útbúgving, men vænta, at tú:

  • Ert ósmæðin og fyrikomandi
  • Hevur dirvi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Trívist í einum umhvørvi við skiftandi uppgávum og arbeiðstíðum
  • Dugir at samskipa og ert opin fyri øðrvísi uppgávum
  • Hevur áhuga fyri sølu og eventmaking
  • Ynskir at mennast innan marknaðarføring
  • Hevur góðar føroyskar málsligar førleika í skrift og talu
  • Hevur koyrikort
  • Starvið er fulla tíð og verður sett skjótast til ber. Høvuðssætið er í Klingruni í Hoyvík og løn sambært sáttmálanum millum Føroyar Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fyri Føroya Tele.

Umsóknir við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Sona í hendi í seinasta lagi 3. oktober 2018 og skulu sendast her.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ólav Simonsen, verkætlanarleiðara fyri Sona, á tel. 243087 ella teldupost osi@ft.fo

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024