Lýsing

Heilsurøktari í farloyvisstarv og tímaløntir avloysarar til Heimatænastuna

Vit sóknast eftir

-        Heilsurøktara fulla tíð ella eftir nærri avtalu í farloysisstarv at byrja skjótast møguligt til og við 31. mars 2020.

-        Tímaløntum avloysarum til Heimatænastuna at arbeiða eftir tørvi.

Arbeitt verður um dagin, kvøldið og í vikuskiftunum. Starvsfólk í føstum starvi arbeiða annaðhvørt vikuskifti.

 

Førleikakrøv og karmar

Til farloyvisstarvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.

Til avloysarastørvini krevst heilsuhjálpara- ella heilsurøktaraútbúgving.

Vit vænta, at tú hevur góð samskiftisevni, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla hesum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða sjálvstøðug og spennandi størv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum í NBH tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er:

-        NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-        NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-        Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsurøktarafelagið og/ella Heilsuhjálparafelagið.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. +298 793470.

Umsókn, við avritum av prógvum, autoristatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til størvini er á middegi mikudagin 27. februar 2019.

Aftur
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024