Lýsing

Løgfrøðingur til leigunevndina (BROYTT FØRLEIKAKRØV OG LONGD FREIST)

Leigunevndin søkir eftir løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Løgfrøðingurin skal røkja umsitingarligu uppgávurnar, ið knýta seg til virksemið hjá leigunevndini.

Leigulógin kom í gildi í Føroyum í 2010. Endamálið við lógini er at tryggja ein skipaðan og gjøgnumskygdan leigumarknað, har tað verða sett ávís krøv til leiguavtalur. Til tess at tryggja, at lógin verður hildin, skal ein leigunevnd sambært lógini taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.

 

Starvsuppgávurnar hjá løgfrøðinginum, ið settur verður, verða m.a. hesar:

·       At gera tilmælir til avgerðir í trætumálum,

·       at veita leigarum og útleigarum neyðuga ráðgeving í mun til leigulógina,

·       at skráseta hagtøl um virksemi hjá nevnd og umsiting,

·       at gera ársfrágreiðing um virksemið hjá leigunevndini,

·       at umsita heimasíðuna,

·       at senda tilfar til hoyringar og senda nevndarlimunum alt tilfar áðrenn fundirnar,

·       at senda og móttaka post, og

·       at journalisera.

                                    

Førleikar

Tú hevur hægri útbúgving innan løgfrøði. Ert tú lesandi og um at gera útbúgving tína lidna, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði á skrift og í talu.

Tú dugir og torir væl at samskifta bæði við myndugleikar og borgarar, og tú ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Lønar- og setanartreytir

Talan er um eitt parttíðarstarv, har starvsbrøkurin fyribils er ásettur til 2/3.

Almannamálaráðið er setanarmyndugleiki, og fyribils starvsstaður verður í Almannamálaráðnum.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um leigunevndina, Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:

Almannamálaráðið

Eirargarður 2

FO-100 Tórshavn

ella umvegis teldupost á amr@amr.fo

 

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. mars 2019, kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu Biskopstø, forkvinnu í leigunevndini, á tlf. 58 98 22 ella umvegis teldupost á leigunevndin@leigunevndin.fo, ella Marjuna Magnussen, deildarstjóra í Almannamálaráðnum, á tlf. 73 40 60 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo.

Aftur
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024