Lýsing

Handilslærling til SPORT 24 í Klaksvík

SPORT 24 í Klaksvík sóknast eftir einum lærlingi, at byrja skjótast gjørligt. Lærlingurin verður útlærdur innan handil við sergrein. Talan er um eitt 40 tímar starv við møguleika fyri fleiri tímum. Lærutíðin veldst um hvørja miðnámsútbúgvin tú hevur.

Vit sóknast eftir einum lærlingi, sum...

Er fyrikomandi, smílandi og røkin
Er áhugaður í at selja og geva kundanum eina góða uppliving
Er fleksibul í samband við arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir (viðvíkjandi arbeiðstíðum verður dentur lagdur á, at arbeiði eisini fevnir um leygardagar)
Kann starvst sjálvstøðugt eins og í toymi
Hevur eina miðnámsútbúgving. Fyrimunur er, um tú hevur FHS ella HH. Um tú hevur aðra miðnámsútbúgving ert tú vælkomin at søkja, men tá krevst at tú skalt taka einkult fak á Handilsskúlanum
Hevur møguleikan at fara til Danmarkar á skúla fýra ferðir, tvær vikur í senn, í lærutíðini


Lærutíð
Um tú hevur FHS-prógv er lærutíðin 3 ár, við HH-prógv er lærutíðin 2 ár og um tú hevur HF- ella studentsprógv er lærutíðin 2,5 ár.  

Umsókn
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til hp@sport24.fo - Umsóknarfreistin er 31. mars 2019.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Paula umvegis teldupost ella á tlf. 217557.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024