Lýsing

Tekniskur leiðari

Brennir tú fyri at standa á odda fyri tekniska økinum, og hevur tú tev fyri at arbeiða í eini politiskari skipan?

- So hevur tú nú møguleikan at søkja starvið sum tekniskur leiðari hjá Fuglafjarðar kommunu

 

STARVIÐ

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframt er leiðarin við til at menna Fuglafjarðar kommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum. Tekniski leiðarin er eisini við í leiðslubólkinum hjá Fuglafjarðar kommunu.

Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita góða og skynsama tænastu, og strembar eisini eftir at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið stuðlar og ráðgevur býráðnum

í ætlanini um at menna Fuglafjarðar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.

 

Høvuðsuppgávur

Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:

• veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu

• veita politikarum fakliga og  profesionella ráðgeving og dygdargóða tænastu

• megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum

• tryggja at samtyktir verða framdar innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta

• menna tekniska økið sum arbeiðs pláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis

• tryggja at Fuglafjarðar kommuna hevur ein sunnan rakstur

• fyrireika og menna Fuglafjarðar kommunu fakliga, soleiðis at Fuglafjarðar kommuna kann taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú:

- hevur verkfrøðingaútbúgving, ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði, saman við royndum

- hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring

- hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl

- dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga

- hevur evni at raðfesta og tolir arbeiða undir trýsti

- dugir og torir at taka avgerðir

- ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.

 

SETAN OG LØN

Starvið verður sett tann 1. august 2019, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

UMSÓKN

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, á telefon 23 80 02, teldupost jakupl@fuglafjordur.fo

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. apríl 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: info@fuglafjordur.fo, viðmerkt «Tekniskur leiðari».

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Fuglafjarðar kommuna, Ennivegur 38, Tel +298 668000, info@fuglafjordur.fo, www.fuglafjordur.fo

Aftur
Starv sum húsavørður í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
2. apr 2024
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Betr…
Umsóknarfreist:
15. apr 2024
Byggileiðari til ArtiCon
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Løgfrøð­ingur til Fólka­heilsustýrið
Umsóknarfreist:
5. apr 2024
Føroyar snara um teg – fíggjarleiðari ti…
Umsóknarfreist:
10. apr 2024
Fulltrúi til Mentan­ardeild­ina (Farloyvi…
Umsóknarfreist:
11. apr 2024
Verkætlanarleiðari
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
4. apr 2024
Húsasmiður
Umsóknarfreist:
2. apr 2024