Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur í farloyvisstarv til Heimatænastuna

 

Vit sóknast eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv á setanarbrøki 0,75, frá 1. juni 2019 – 31. august 2020.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hv. vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran – at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka.

Heimasjúkrarøkt umfatar sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, uppsøkjandi arbeiði og almenna heilsuvegleiðing til fólk í øllum aldri. Tænastan verður í størsta mun veitt heimabúgvandi borgarum í Norðoyggjum, men fevnir somuleiðis um búeindirnar hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. Útbúgving og royndir innan eldra- og demensøkið kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss nógvum sjúkrarøktarfakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðara, á tlf. 793470 ella við telduposti til perj@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mikudagin 24. apríl 2019.

Aftur
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024