Lýsing

Skrivstovufólk til fyrisitingina

Søkt verður eftir skrivstovufólki til fyrisitingina at byrja 1. juli 2019 ella skjótast til ber.

Uppgávurnar eru:

·         Alt vanligt arbeiði í samband við lønarkoyringar

·         Alt vanligt bókhaldsarbeiði.

·         Svara lønar- og bókhaldsfyrispurningum

·         Skráseta í journalskipan 360

Starvsøkið í fyrisitingini er:

·         At umsita lønir og skráseta tímar hjá starvsfólki  á sjúkrahúsinum og Heilsutrygd

·         At umsita debitorar og kreditorar

·         At samskifta við, og vegleiða deildarleiðarar og starvsfólk

·         Journalskipan 360

·         Skiftilin, og annað fyrifallandi arbeiði.

Vit væntað at tú hevur:

·         skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir

·         góðan telduførleika

·         góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Tað skal falla tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir, tá KT-skipanir stuðla undir øllum arbeiðinum á fyrisitingini. Fyrimunur er, um tú hevur arbeitt við Búskaparskipan Landsins (BSL),  og almennum lønum, umframt vaktarskipan (PDC) og journalskipan 360.

Tú skal vera álítandi, røkin og hava góð samstarvsevni.

Setanarviðurskifti: Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Flokking samsvarandi royndum og útbúgving.

Hevur tú spurningar ella vilt hava meiri at vita um starvið, kanst tú venda tær til Svanhild Isaksen, sum er at hitta á telefon 21 69 64.

Umsókn: Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum verður send við teldubrævi til umsokn@ks.fo 

Umsóknarfreistin er 02.05.2019.

Aftur
Fólka­heilsu­frøð­ingur til Fólka­heilsustýr…
Umsóknarfreist:
29. apr 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Skrivari til Vísindasiðsemi­nevndina
Umsóknarfreist:
28. apr 2024
Varaleiðari til handilin í Klaksvík
Umsóknarfreist:
30. apr 2024
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Landmátari/­verkfrøðingur
Umsóknarfreist:
29. apr 2024