Lýsing

Farloyvisstarv Umsitingarleiðari til Sjóvinnustýrið

Fulltíðar farloyvisstarv sum umsitingarleiðari í Sjóvinnustýrinum er leyst at søkja.

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum

  • Roknskapur/bókhald
  • Starvsfólkaviðurskifti
  • KT viðurskifti
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur


Útbúgvingar- og førleikakrøv

  • Viðkomandi útbúgving, t.d. innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving
  • Hevur evni at raðfesta og tolir at arbeiða undir trýsti
  • Dugir og torir at taka avgerðir


Vit vænta eisini, at tú

  • ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur
  • ert væl skipað/ur
  • hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu
  • hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur góð samstarvsevni og ert arbeiðssom/samur
  • hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
  • hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu, bæði í føroyskum og norðurlendskum

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur royndir innan Búskaparskipan Landsins og almenna fyrisiting, starvsfólkaviðurskifti og at gera fíggjarætlanir.

Setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið í Tórshavn.

Starvið verður sett skjótast til ber. Setanartíðarskeiðið er til 1. juni 2020.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 02-07-2019.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Hans Johannes á Brúgv, stjóra, á tlf. 355600.

Umsóknir skulu sendast sum teldubræv ella bræv til:

 

hansj@fma.fo  

ella

Sjóvinnustýrið

Hoyvíksvegur 5

100 Tórshavn  

Viðmerk: Starv

Aftur
Dekkarar til “Bakkafoss” og “Róland”
Umsóknarfreist:
3. mai 2024
Lærari til Serbreyt
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Elektrikkari
Umsóknarfreist:
6. mai 2024
Summar­feriuavloysari til Kundatænastuna
Umsóknarfreist:
5. mai 2024
Lærari til Matvørudeild­ina
Umsóknarfreist:
17. mai 2024
Fíggjarleiðari til TAKS (endur­lýsing)
Umsóknarfreist:
7. mai 2024