Lýsing

Heilsurøktari til Sambýlið í Bøgøtu

Vit sóknast eftir

Heilsurøktara á setanarbrøki 0,8 skjótast til ber.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Endamálið við starvinum at tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvi hins einstaka.

Á Sambýlinum í Bøgøtu búgva 7 fólk.

 

Førleikakrøv og karmar

Til starvið krevst útbúgving sum heilsurøktari.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi. At tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur og til famhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Royndir og útbúgving innan eldra- og demensøkið kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

-          NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

-          NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

-          Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing

 

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Meibritt Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. +298 793425 ella við telduposti til meibrittd@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

 

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi fríggjadagin 6. september 2019.

Aftur
Vaskifólk til KJ Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Bókhaldara til bókhaldsdeild­ina á P/­F Ja…
Umsóknarfreist:
12. jan 2026
Kantinu­fólk til Atlantic Airways
Umsóknarfreist:
1. jan 2026
Maskin­fólk til Føroya Bjór
Umsóknarfreist:
31. des 2025
Arbeiðsleiðari til betong­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Timburlærlingur
Umsóknarfreist:
5. jan 2026
Heilsutrygd søkir kommunulæknar
Umsóknarfreist:
4. jan 2026
Køkshjálpari til KJ í Klaksvík
Umsóknarfreist:
15. jan 2026
Barnahúsið IMBA: Vit søkja eftir 3 starv…
Umsóknarfreist:
22. des 2025
Arbeiðs­fólk til verklags­arbeiði
Umsóknarfreist:
5. jan 2026